Drotningin er afturíafturkomin

Væl eydnað fyrsta kvøld á festivalinum í Sørvági. Góða veðrið, Kristina Bærendsen, Stanley og Blátt Gras vóru stjørnurnar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-10 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hon plagdi at vera fast innslag ácountryfestivalinum á Dungasandi í Sørvági. Men nú er tað fimm ár síðan hon seinast trein Dungapall.

Vit tosa um Kristinu Bærendsen, sum hevði eina sera væleydnaði konsert á Sørvágs Country- og Bluesfestivali í gjárkvøldið. Og staðfestast kundi, at føroyska countrydrotningin, sum nú er bæði kona og mamma í Íslandi, er eins góð og hon altíð hevur verið, og sæð verður í spenningini fram ímóti nýggjari útgávu frá henni, sum sigst vera á veg.

‘Lívið tað broyttist’

Og sjálv greiddi hon eisini frá, hví hon hevur hildið fimm árs støðg við upptraðkan á Dungasandi, og tað hevur onki við korona at gera.

- Fyri fimm árum síðani sang er her. Og har afturi við miksarapultin stóð babba – eg sá hvussu errin hann var, og tað fekk eg eisini at vita frá honum eftir konsertina. Besta konsert nakrantíð. Fáar dagar seinni var babba ikki til meira...

Og so sang hon sangin “Lívið tað broyttist”, og onki eyga var turt á Dungasandi. Ein stór løta.

[object Object]
Böddi og Kristina

Umframt at syngja sínar kendu og eitt sindur nýggjari sangir, so fekk Kristina eisini høvi at presentera húsbónda sín fyri sínum føroysku áhoyrarum. Bødvar eitur hann, kallaður Böddi – fínur sangari og guittarleikari, upplivdu vit.

Og so gav Kristina eisini mikrofonina til klaverleikara sín hetta kvøldið, Marner av Lofti, sum jú er ein framúr góður sangari. Hann fekk møguleika at briljera við tveimum kendum sangum hjá ‘teimum 4’, ‘Vit sigldu út’ og ‘Her er løtan’, og enntá eydnaðist tað Kristinu at fáa kapellmeistaran og steel-snillingin Jákup Zachariassen at syngja eina strofu ella tvær á ‘løtuni’. Og tað skulu góð yvirtalilsisevni til at megna tað, havi eg skilt.

Jú – tað var gott at hoyra Kistina aftur á Dungasandi. Væl afturíafturkomin.

[object Object]

Rørandi løtur

Tá vit tosa um rørandi løtur, so mugu vit eisini nevna sera heitu móttøkuna, sum Stanley Samuelsen fekk á fyrstu konsertini á Dungapallinum hetta fyrsta festivalkvøldið í Sørvági.

Stanley vitjaði festivalin saman við bygdamonnum sínum Njál Reinert Petersen og systirsoninum Mourits Mohr og hinum kúllunum í FourMehn.

Hetta vísti seg at vera eitt sera væleydnað tiltak, har tað var Njál bar tað tunga lessið við góðum gomlum countrysangum, meðan Stanley fyri tað mesta tók sær av solostykkjunum og eitt sindur av bakgrundssangi.

Fleiri myndir

Móti endanum av konsertini tók Stanley yvir og sang sínar best umtóktu sangir, ‘Tá eg verði gamal’ og ‘Um eg kundi kvøði’. Og hugtakandi var at síggja fjøldina knappliga – fleiri hundrað fólk – ganga heilt fram móti pallinum fyri at syngja við saman við Stanley, og enntá fáa hann at syngja ‘Tá eg verði gamal’ eina ferð afturat.

Og tað skal sigast – sjálvur eri eg sum bróðursonur ógegnigur, men sigi tað kortini – tað er ongin ‘guitar-picker’ sum kom upp á knøini á Stanley hetta kvøldið, og kemur tað neyvan heldur í kvøld. At spæla guittar dugir hann sum fáur, hóast raktur og viknaður av darvandi sjúku.

[object Object]

Chad Brock – gott undirhald

Høvuðsnavnið hetta kvøldið var annars amerikanarin Chad Brock. Ein fínur undirhaldari, hvørs egni tónleikur kanska ikki er so kendur á okkara leiðum.

Men hann er góður undirhaldari og hevði eina fína framførslu saman við einum vælleikandi føroyskum orkestri undir leiðslu av sjálvum Halli Joensen. Umframt sangirnar hjá sær sjálvum, spældi hann eina røð av populerum countrysangum frá Nashville-leiðini, sum vóru væl móttiknir av vælmannaðu fjøldini á Dungasandi.

[object Object]

Lokalt bluegrass

Á hugnaliga Stakkapallinum var lagið eisini gott. Ikki minst, tá lokalu hetjurnar Blátt Gras framførdu teirra glaða bluegrass gospeltónleik.

Blátt Gras eru sirka javngamlir við countryfestivalin. Á fyrsta festivalinum fingu teir høvu at upptraðka á einum lítlum síðupalli, mest fyri fólkum, sum bara gingu framvið.

Nú eru teir millum høvuðsnøvnini. Ein framúr væl samanspældur og væl syngjandi bólkur við glaðum sangum – uppbyggjandi eisini. Teir eru stoltir av at kunna syngja um Jesuspápa, og tað riggar fínt á countryfestivalinum.

Veðrið var av tí allarbesta henda fyrsta festivaldagin. Sólin skein til langt út móti kvøldi, men tá sólin var farin aftur um Mykines og niður um havsbrúnna gjørdið tað kølið aftur, men legði tó ongan doyvara á góða lagið á festivaløkinum.

Nú fyrrapartin hevur sólin hug til at kaga fram aftur. Eftir middag er fótbóltur fyrst av øllum á skránni á Dungasandi, og tey mongu, sum eru komin til Sørvágs fyri at njóta tónleikin, mugu – tíverri má eg siga – bíða líka til klokkan 18 fyrr enn tað kemur lív aftur í pallarnar.

Nógv spennandi er at síggja fram ímóti í kvøld,  t.d. Magni Christiansen, Hallur Joensen, Herborg & Ólavur, Son of Fortune, amerikanarin Buddy Jewel og – ikki minst – Tinganest.

Skráin fyri countryfestivalin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder