Uttanlands

Drotningin gjørt Mary til ríkisfyristøðukvinnu

Framyvir kann Mary krúnprinsessa taka yvir uppgávur og skyldur sum statsyvirhøvur, um Margretha drotning er burturstødd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-10-02 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Margretha drotning hevur í dag útnevnt Mary krúnprinsessu til ríkisfyristøðukvinnu.

Tað upplýsir danska kongshúsið í dag sambært donskum miðlum.

Hetta merkir, at krúnprinsessan nú kann virka sum ríkisyvirhøvur, um hetta ikki er møguligt hjá drotningini.

Umframt Mary krúnprinsessa kunnu eisini Joachim prinsur og Benedikte prinsessa vera ríkisfyristøðufólk. Sum krúnprinsur er Fríðrikur ikki ríkisfyristøðumaður men regentur, tá hann tekur yvir uppgávurnar hjá drotningini, meðan hon er burturstødd.

Sum ríkisfyristøðufólk hevur mann somu skyldur sum drotningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder