Uttanlands

Drotningin hevur heilsutrupulleikar í dag

Mette-Marit drotning verður tí ikki við, tá Haakon kongur VII svør kongseiðin í stórtinginum í dag.

(Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-01 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette-Marit, drotning í Noregi, verður kortini ikki við, tá maður hennara, Haakon kongur VII um middagsleitið fer í stórtingið at svørja serliga kongseiðin.

Drotningin hevur fingið heilsutrupulleikar, boðar norska kongshúsið frá.

Talan er um trupulleikar eftir at hon í juni fekk nýggj lungu, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.

- Drotningin hevur havt komplikasjónir í nøkrum førum síðani skurviðgerðina, eisini í dag. Orsaka av hesum má drotningin vera undir observasjón av heilsustarvsfólki í dag, sigur Are Holm, lungnalækni á Rikshospitalet, í fráboðan.

Hon skuldi annars vera við, tá kongur svør eiðin í stórtinginum klokkan 12 okkara tíð.

Les eisini: Haakon kongur svør eið fyri stórtinginum í dag

Tað er ikki óvanligt, at sjúklingar, ið hava fingið nýggj lungu fáa trupulleikar hóast skurviðgerðin hevur gingist væl. Hetta orsaka av, at kroppurin hevur tað við at royna at mótarbeiða fremmandalikamum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder