Innanlands

Drotningin kemur helst í morgin

Ikki lendandi í Vágum í dag, og tí er koman hjá drotningini seinkað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-14 16:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er óvist, hvørja ávirkan tað fær á ætlaðu skránna fyri drotningavitjanina, sum alment skuldi byrja í morgin.

Men nú er so staðfest, at hennara hátign neyvan kemur til landið í kvøld, sum ætlað.

Hon skuldi koma við flogfari seinnapartin, men tað er ikki lendandi í Vágum.

Væntandi kemur hon til Føroya í morgin, sigur landsstýrið í boðum í dag og leggur afturat, at hetta hevur við sær broytingar í skránni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder