Innanlands

Drotningin komin til Svínoyar

Við tyrlu er Margretha drotning komin til Svínoyar fyri løtu síðani

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-16 11:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Drotningin sum í dag vitjar í Svínoy og í Fuglafirði setti seg fyrrapartin í tyrluna hjá Atlantsflogi Yviri við Strond í Havn.

Tað er nakað av vindi í dag, men klárt í veðrinum, so tað hevur uttan iva verið vakurt hjá Margrethu drotning at síggja.

Margretha drotning og fylgi fóru úr Havn klokkan hálvgun ellivu, og kom stutt eftir til Svínoyar.

Skráin í dag

Kl. 11.00 Komið verður til Svínoyar.

Kl. 11.05 Farið verður við bili til minnisvarðan ”Dropin í lívsins havi”.

Kl. 11.10 Komið verður til minnisvarðan.
Edward Fuglø listamaður tekur ímóti og greiðir frá listaverkinum til minnis um tey 52 fólkini, sum hava mist lívið á sjónum ella í fuglabjørgunum hesi seinastu 300 árini. Aftaná fer Heri Joensen prestur at greiða frá Svínoy og navnaplátuni, sum stendur tætt við Dropan.

Kl. 11.30 Fráferð til gongu til Dansistovuna.

Kl. 11.35 Komið verður til Dansistovuna, har Edward Fuglø sýnir nøkur av verkum sínum fram, sum hann kallar ”Relikvium”. Søgur og hugtøk í Bíbliuni hava givið honum íblástur til verkini.

Miðmáli

Kl. 12.20 Borgarstjórin er vertur fyri óformligan miðmála.

Kl. 13.40 Fráferð við tyrlu til Fuglafjarðar.

Fuglafjørður

Almenn móttøka

Kl. 14.10 Komið verður til Miðstaðarlundina.
Dávur Juul borgarstjóri og frú Elsa Juul taka ímóti. Erla Sonnadóttir Tórgarð handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Kl. 14.35 Komið verður til Ribarhús.

Kl. 15.20 Komið verður til Framherja.

Kl. 16.15 Komið verður til Fuglafjarðar skúla.

Døgurði

Kl. 18.55 Farið verður við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til mentanarhúsið.

Kl. 19.00 Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder