Innanlands

Drotningin óttaðist ongantíð korona á Føroyaferðini

- Hevði tað ikki verið hóskandi hjá mær at komi, høvdu avvarðandi myndugleikar sagt stopp

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-19 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg gangi út frá, at myndugleikarnir her vita hvat teir gera, tá tað kemur til koronastøðuna. Eg havi ongantíð kent meg ótrygga hesum viðvíkjandi á míni ferð runt um í Føroyum.

Soleiðis segði Margreta drotning, tá Portalurin spurdi hana, um hvussu hon hevur havt tað við vaksandi talinum av koronasmittuni undan ferðini til Føroya hesaferð.

- Nei, vit umhugsaðu ongantíð at avlýsa ferðina.

- Eg havi í langa tíð við spenningi sæð fram til hesa ferðina (fyrsta uttanlandsferðin hjá drottningini síðan koronafarsóttin byrjaði, -red.), og tað hevur ikki verið upp á tal at avlýsa ella gera broytingar.

- Eg havi havt álit á, at myndugleikarnir her hava vitað hvat tey gera. Og um tað var vandamikið hjá mær at koma, so høvdu tey óivað sagt stopp, segði drotningin.

Tíðindafundurin við drotningini á hennara síðsta degi í Føroyum á hesum sinni varð hildin í vesturstovu uttast á Tinganesi. Annars plaga tíðindafundirnir at verða hildnir í meira “heimligum” umstøðum fyri drotningina, umborð á kongaskipinum Dannebrog.

Margreta drotningin fer, eftir fimm væleydnaðar dagar í Føroyum, aftur til Keypmannahavnar við flogfari í dag. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder