Tá bretska drotningin, 93 ára gamla Elizabeth II helt sína árligu jólarøðu 1. jóladag, varð hon í kongsbláum kjóla og einari safirbrosju við 12 gimsteinum.
Sambært James Anderson, professari á universitetinum í Reading í Suðuronglandi, var ein serlig orsøk til, at Elizabeth drotning valdi at lata seg júst soleiðis í.
Sambært bretska miðlinum Evening Standard, verða gimsteinarnir á brosjuni og blái kjólin sett í sambandi við flaggið hjá ES, sum er blátt við einum ringi av 12 stjørnum.
Flaggið hjá ES
Drotningin vildi við hesum vísa, at hon stuðlaði ES.
James Anderson sigur, at tað er drotningin sjálv, sum avger, hvat røða hennara inniheldur, og avger hon sjálv, um hon heldur nakra røðu ella ikki. Tí skal røðan síggjast sum hennara persónlga áskoðan, og tað sama er galdandi fyri hennara val av klæðum.
Gott átta mió. fólk hugdu eftir røðuni, tá hon varð send beinleiðis í sjónvarpinum á jólum.
ES og brexit er eitt evni, sum hevur fylt nógv í Bretlandi seinastu árini, og Bretland skal eftir ætlan úr ES um ein góðan mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald