Innanlands

Drotningin vitjar í Fuglafirði komandi fríggjadag

Fríggjadagin 16. juli skal Margreta drotning m.a. vitja Ribarhús, Framherja, nýggja barnaskúlan, og Mentanarhúsið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-10 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 14. til 19. juli vitjar Margreta drotning í Føroyum, og á vitjanini gongur leiðin m.a. til Fuglafjarðar komandi fríggjadag, 16. juli.

Í hesum sambandi hevur Fuglafjarðar kommuna kunngjørt eina skrá fyri vitjanina:

Klokan 13.30 leggur Kongaskipið til kai í Fuglafirði niðanfyri virkisbygningin hjá Framherja. Drotningin kemur til Fuglafjarðar við tyrlu klokkan 14. Tyrlan lendir niðanfyri Mentanarhúsið, har frá drotningin verður koyrd við bili til Miðstaðarlundina, har Dávur Juul, borgarstjóri tekur ímóti og hevur vælkomstrøðu.

Borgarstjórin presenterar býráðið, drotningin fær handað blómur, hornorkestrið spælir, og Siloakórið syngur.

Frá Miðstaðarlundini fer drotningin til gongu tann stutta túrin til Ribarhús, har drotningin fær høvi at síggja ein pútuframsýning, livandi verkstovur við handverki, listaframsýning við motivi av drotningini og eina framsýning við kongabíblium.

Frá Ribarhús fer drotningin so til fyritøkuna Framherja, sum saman við umboðum fyri Havsbrún og Pelagos fer at greiða frá um rávørusketuna innan fiskivinnu umframt at kunna drotningina um vinnuliga byggilist.

Síðani vitjar drotningin nýggja barnaskúlan, sum er um at verða liðugur, har hugleitt verður um skúlaskap og arkitekturin. Eisini verður listaverk verður avdúkað, barnakór fer at syngja, og sangleikur verður framførdur.

Vitjanina hjá drotningini endar um kvøldið við einum veitsludøgurða í Mentanarhúsinum fyri innbodnum.

Borgararøkt er eisini í fokus henda dagin, har borgarar millum annað fáa høvi til at ganga í fótasporum hjá drotningini og vitja vitjanarstøðini til klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder