
Í dag kemur Margreta drotning til Føroyar, og fram til mánadagin fer hon at vitja ymsastaðni í Føroyum. Kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða um vikuskiftið, og verður tað tí ikki við á ferðini, og tí hevur verið neyðugt at tillaga skránna fyri vitjanina.
Hetta merkir, at drotningin ikki vitjar í Klaksvík, sum annars var ætlanin.
Fríggjamorgunin verður Margreta drotning flogin beinleiðis úr Havn til Svínoyar, har Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tekur ímóti, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Vitjað verður í Svínoy millum klokkan 10.30 og 13.20.
Les eisini: Her er skráin fyri drotningavitjanina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald