Uttanlands

Drúgvar tingingar í Brússel ikki komnar á mál

Tingast hevur verið í alla nátt – nýggja ES-leiðslan er ikki mannað enn

Mette Frederiksen er á sínum fyrsta ES-toppfundi sum danskur forsætisráðharri. Her er hon í samrøðu við slovenska forsætisráðharran Marjan Sarec og ES-uttanríkisovastan Federica Mogherini (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen er á sínum fyrsta ES-toppfundi sum danskur forsætisráðharri. Her er hon í samrøðu við slovenska forsætisráðharran Marjan Sarec og ES-uttanríkisovastan Federica Mogherini (Mynd: EPA)

2019-07-01 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kabalan um hvussu leiðslan í ES skal mannast er enn ikki loyst eftir at toppfundur byrjaði í Brússel í gjárkvøldið.

Talan er um triðja fundin síðan valið til ES-tingið í mai mánaði um hvør skal sita í teimum mest týðandi sessunum í ES.

Stats- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum hittust um nátturatíð í gjárkvøldið, og tíðliga í morgun vóru framvegis samráðingar millum ES-forsetan Donald Tusk og fleiri av stjórnarleiðarunum, skrivar Ritzau.

Sagt verður, at Donald Tusk hevur gingið við eini ætlan, sum ber í sær, at hollendski sosialdemokraturin, Frans Timmermans skal verða nýggjur formaður fyri ES-nevndini.

Men tað uppskotið ganga fýra eysturevropeisk lond ikki við til, teirra millum Poland og Ungarn.

Timmermans er núverandi næstformaður í ES-nevndini og í hesum starvi hevur hann funnist at serliga Polandi og Ungarn fyri ikki at hava livað upp til felags virðir og krøv hjá ES, eitt nú innan rættarvaldið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder