Innanlands

Drukkin ferðamaður slapp ikki við flogfarinum

Hevur helst ligið nátt uttan fyri flogvøllin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-12-21 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ræður um, ikki at hyggja ov djúpt niður í glasið áðrenn tú fert út at ferðast við Atlantsflogi. Tað er annars ikki so óvanligt at fólk, ið óttast fyri at flúgva, drekka sær eitt pirk áðrenn fráferð.

Men seinnapartin í gjár gjørdi starvsfólkið hjá Atlantsflogi av at sýta einum útlendskum manni atgongd til flogfarið, tí viðkomandi varð mettur at vera ov drukkin til at sleppa við.

Løgreglufólk, sum komu á flogvøllin, bjóðaðu sær til at hjálpa manninum, eitt nú við at koyra hann til Giljanesar, har hann kundi fáa innivist fyri náttina.

Men maðurin var ikki áhugaður í at gjalda fyri gisting, og ynskti ikki hjálp frá løgregluni.

Hann segði, at hann hevði góð og heit klæði, og ætlaði sær at bíða við flogvøllin, so hann kundi sleppa avstað við einum flogfari í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder