Beint fyri klokkan 14 í gjár fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein persónur lá avdottin úti nærhendis hotellinum í býnum.
Løgreglan fór at kanna málið, og kundi staðfesta, at maðurin ikki megnaði at klára seg sjálvan. Hann varð tikin inn á løgreglustøðina, har hann skuldi vera til Smyril fór av Krambatanga. Maðurin var ikki heimahoyrandi á Tvøroyri.
Stutt eftir, klokkan 16.25, fekk løgreglan so boð um, at tvey fólk lógu og svóvu í gamla kappróðrarneystinum á havnarlagnum á Tvøroyri.
Løgreglan fór á staðið og kundi staðfesta, at í hesum føri var talan um ein mann og eina kvinnu, sum, eins og fyrri avdotni maðurin, ikki høvdu nakað tilknýti til Tvøroyri.
Eisini hesi vórðu førd umborð á Smyril, tá hann fór næsta túr til Havnar, og so verða ikki fleiri trupulleikar av teimum í Suðuroy fyribils.
Vaktleiðarin hjá politinum ásannar, at talan er um fólk, ið eru kend, og verða mett at vera heimleys.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald