Matstovan Ræst í Havn fekk ikki færri enn tvær heiðurslønir, tá felagsskapurin Danske Madanmeldere sunnudagin kjósaði ársins rættir í 2025.
Kokkurin á Ræst, Sebastian Jimenez vann bólkin, ársins rættur við fiski fyri rættin, kallaður ‘føroysk taco við jomfrúhummara’.
Talan er um ein av smáu rættunum, sum Sebastian hevur borðreitt við á Ræst hesi seinastu árini. Av fleiri ummælarum kosin sum hæddarpunktið í spennandi matupplivingini á hesi heilt serligu matstovuni.
Talan er um taco bakað úr drýladeiggi við einum hummarahala og so eini speisi meksikanskari sós – pipaan roco – sum kokkurin gar í einum mortara við borðið hjá gestunum, Ein partur av innihaldinum í sósini er heilin á hummaranum.
Rætturin er nú kosin ársins rættur í danska ríkinum í 2025.
Sebastian Jimenes var eisini tilnevndur í bólkinum, kallaður ‘land’. Tað var við einum rætti úr lambshjarta. Her var tað kokkurin á matstovuni Kadeau, sum vann við einum rætti við dádýri og soppum.
Men Ræst fekk eina heiðursløn afturat frá Danske Madanmeldera.
Tað var fyri skeinking – ‘udskænkning’. Heiðurin fór til matstovuleiðaran og vínserfrøðingin, Karin Visth.
(Mynd: Ræst)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald