Ógvusligar mongdir av regni oystu yvir partar av Sameindu arabisku Emiratini í gjár. Stórur partur av landinum lá undir í vatni, og serliga hart rakti hetta Dubai, har tað gøturnar og altjóða flogvøllurin lógu undir 30 til 40 sentimetrum av vatni.
Tað mesta av oyðimarkarstatinum varð rakt av ógvusligum toruælingum, sum longu mánadagin høvdu regn og eisini hegling við sær fleiri staðni í landinum.
Týsdagin var ógvusligast við millum 120 og 170 milimetrum av regni, og í norðaru og eystastu pørtunum av landinum fullu yvir 200 millimetrar.
Á sosialu miðlunum bar til at síggja hvussu vegir, bæði í Dubai og Abu Dhabi, stóðu undir í vatni, og eisini flogførð, sum koyrdu gjøgnum stórar og djúpar hyljar á altjóða flogvøllinum í Dubai.
Tað er sjáldsamt, at skróvturra oyðimarkalandið upplivir slíkar regnmongdir, og tí eru vegir skolaðir burtur nógva staðni, eins og skriðulop hava lagt vegir undir.
Í Al Qouz økinum í Dubai skaptu regnmongdirnar stórar holur í vegunum, har bilar sukku niðurí.
Í floghavnini vórðu fleiri fráferðir avlýstar í gjár, eins og ein hópur av flogførum vórðu beind til aðrar floghavnir.
Eisini Bahrain og Oman hava verið rakt av regni og vatnflóð hesar dagarnar. Í Oman hevur illveðrið kostað 18 mannalív, upplýsa lokalu myndugleikarnir á X.
Sambært veðurstovuni í Emiratunum hevur landið upplivað størsta regnmonga upp á eitt samdøgur síðan tey byrjaðu at máta regnið fyri 75 árum.
Ringast stóð til í Khatam al Shaklah nærhendis Al Ain við markið til Oman, har tey máldu 254,8 millimetrar av regni.
Í altjóða floghavnini í Dubai fullu 142 millimetrar upp á 18 tímar. Tað er meira enn hálvaaðru ferð so nógv regn, sum annars plagar at koma niður upp á eitt heilt ár.
Í Dubai uppliva tey vanliga 79 millimetrar av regni um árið. Yvir 80 prosent av ársregninum fellur frá desember til mars. Vanliga plaga at koma 3,3 millimetrar av regni í apríl í Dubai.
Sambært amerikanska veðurlagsgranskaranum, Brian Brettschneider, er størsta hagfrøðiliga regnmongdin, ið kann upplivast í Dubai í 100 ár (100-ára hendingin) 61 millimetrar. Við 142 millimetrum upplivdu tey sostatt so nógv, at tað má metast sum tað tvífalda av eini 100-ára hending.
(Myndir: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald