Uttanlands

Dubrovnik fær vegasamband við restina av Kroatia

2,4 kilometra long brúgv yvir Mali Stron víkina letur upp í dag

(Mynd: Wikipedia)

(Mynd: Wikipedia)

2022-07-26 11:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag letur upp ein 2,4 kilometra lang brúgv yvir Mali Stron víkina í Kroatia.

Hetta merkir, at sunnasti parturin av landinum, har væl umtókta ferðamálið, Dubrovnik, er høvuðsbýur, nú fær beinleiðis vegasamband við restina av Kroatia.

Higartil hevur tað verið so, at um ein skal koyra í bili til ella frá sunnasta partin av Kroatia, Dubrovnik-Neretvas-landslutinum, so hevur ein verið noyddur at koyra yvir landamark tvær ferðir.

Tí Bosnia-Hersegovina eigur eina ál oman á sjógv til strandabýin Neum, sum er einasti havnabýur í landinum og sostatt er høvuðshavnin hjá Bosnia-Herzegovina.

Vegastrekkið gjøgnum Bosnia-Hersegovina er umleið 9 kilometrar. Strandarlinjan er 24 kilometrar.

Við nýggju brúnni kann ístaðin koyrast út eftir longu og smølu Peljesac hálvoynni og so yvir nýggju brúnna yvir til Komarna á kroatiska meginlandinum beint norðan fyri markið til Bosnia-Herzagovina, og harvið slepst undan teimum forðingum, sum altíð eru í sambandi við at farast skal um landamørk.

[object Object]
Brúgvin í gerð (Mynd: EPA)

Farið varð undir at byggja brúnna í 2007. Hon er 2.404 metrar long, 21 metrar breið og Hægsta hæddin er 55 metrar.

Ávís mótstøða hevur verið frá Bosnia-Hersegovina móti brúnni, tí hetta er ein forðing á einastu siglingarleið til landið. Kroatia hevur gingið nøkrum av mótmælunum á møti við at hækka brúnna í mun til upprunaligu ætlanina.

Infrakervið millum Neum og restina av Bosnia-Hersegovina er ikki tað besta, og tí er kroatiski havnabýurin, Ploche, nakað norðari, tann týdningarmesti havnabýurin til flutning av farmi til og úr Bosnia-Hersegovina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder