Sitandi forsetin í Póllandi, tann afturhaldssinnaði Andrzej Duda, fær fimm ár afturat sum pólskur forseti , eftir at hann vann valið sunnudagin. Tað er greitt eftir at 99,97 prosent av atkvøðunum eru taldar.
Duda stendur til at vinna ein smalan sigur við 51,2 prosent av atkvøðunum, meðan avbjóðarin Rafal Trzaskowski fekk 48,8 prosent av atkvøðunum.
48 ára gamli Andrzej Duda, ið útbúgvin løgfrøðingur, hevur verið forseti síðan 2015. Hann hevur áður siti í pólska tinginum og í evropatinginum fyri stjórnarflokkin, Lóg og Rættvísi, ið er konservativt-katólskur.
Duda hevur gjørt vart við seg, við mótstøðu ímóti LGTB persónum og fyri, at seta harða reglur ímóti fosturtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald