
Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir frá Nám X, sum er tíggjundi flokkur í høvuðsstaðnum.
Dómsnevndin legði dent á, at bólkurin megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmentað prototypu, sum hugtók dómararnar.
Nummar tvey gjørdist Re-ball frá Skúlanum á Giljanesi, ið hevði framleitt taskur úr gomlum fótbóltum. Nummar trý gjørdist Fríkorter fyri øll frá Skúlanum av Fløtum, sum høvdu ment eina loysn, ið fekk skúlanæmingar at spæla meira brett spøl.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl.
Betri og Føroya Tele góvu 5.000,- kr. hvør í til vinnandi bólkin.
Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2020/2021.
Tey ungu læra at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar.
Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum. Í dómsnevndini sótu Margareth Djurhuus frá Betri Samtakinum, Eva Skeel Nolsø frá Føroya Tele, Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald