placeholder
Innanlands

Dugni letur upp endurnýtsluhandil í Klaksvík

Dugni hevur leigað seg inn í veghæddina í bygninginum hjá Sol Deo Gloria á Klaksvíksvegi

2020-02-11 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dugni og Soli Deo Gloria skrivaðu í gjár undir ein trý-ára leigusáttmála. Hann er fyri hølið í veghæddini, har sum Kiosk 700(Kiosk Vár hevur hildið til tða mesta av hesari øldini. 

Hesum boðar Dugni frá í dag.

Hetta verður partur av virkseminum, ið Dugni hevur á Kambsdali.Ynski var at fáa ein endurnýstluhandil tættari øðrum handlum og virksemi- hetta so fólk lættari kunnu koma á gátt, og fyri at enn betur røkka málbólk, skrivar Dugni á heimasíðu sínari.

Stjórin í Dugna, Hedvig Johansdóttir , sigur við Norðlýsið, at latið verður upp so skjótt sum teir vit hava funnið rætta starvsfólk og fyritíðarpensjonistar til at starvast í handlinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder