
Mánadagin 4. apríl klokkan 10 letur nýggj sølubúð hjá Dugna upp í hølunum hjá LBF á gongugøtuni í Havn.
Sambært Dugna er tað eina sølubúð við serstøkum lutum – tað er serliga ný- og endurnýtsla, ið setur sín dám á sølubúðina.
– Í vindeygunum sært tú serstakar lampur og stakar í ymiskum skapi og hondgjørd kertuljós samansett við serstøkum brúkslutum. Fuglahús, skamlar og hyllar evnaði úr plattum standa runt um í hølinum saman við eldri og nýumvældum stólum. Ein rúgva av tógvrestum og bindiútgerð er samplað til høvið, sum skapar hugna í hølinum saman við flættaðu urtapotta-upphangunum.
– Okkurt er tilevnað á verkstøðunum hjá okkum í Suðuroy, okkurt á Kambsdali og ein stórur partur kemur frá Tinghúsinum og verkstøðunum á Hjalla. Tað eru næmingar og arbeiðsfólk á Dugna, sum standa aftanfyri nýggju sølubúðina.
– Dugni stendur við eitt vegamót. LBF hevur rætt út hondina til samstarv, og Dugni kann tí byrja nýtt virksemi við spennandi samstarvsmøguleikum fyri framman. Uppgávan hjá Dugna verður at passa móttøkuna fyri LBF, at taka ímóti vitjandi á LBF og samstundis at hava opið í sølubúðini gerandisdagar kl. 10 – 15, skrivar Dugni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald