Innanlands

Dugni tekur ímóti vindeygum og hurðum frá fyritøkum

Avlopstilfarið vil geva arbeiðsuppgávur til fólk í arbeiðsfremjandi tiltøkum, og øll inntøkan fer til at stuðla arbeiðinum hjá Dugna

Móttøkan hjá Dugna á Hjalla (Mynd: industry.fo)

Móttøkan hjá Dugna á Hjalla (Mynd: industry.fo)

2022-05-23 21:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu fyritøkur lata ávíst avlopstilfar – eitt nú vindeygu og hurðar – beinleiðis til Dugna uttan kostnað.

Alt sum verður latið til Dugna fer til vælgerandi endamál. Avlopstilfarið vil geva arbeiðsuppgávur til fólk í arbeiðsfremjandi tiltøkum, og øll inntøkan fer til at stuðla arbeiðinum hjá Dugna.

Dugni hevur, í samstarvi við IRF og Tórshavnar kommunu, innsavningarstøð á endurnýtsluplássunum kring landið, men møguleiki er somuleiðis fyri at taka ímóti tilfari beinleiðis frá byggifyritøkum. Hetta er tilfar sum hurðar, karmar og vindeygu, sum Dugni hevur møguleika at umsita og selja í Tinghúsinum á Hjalla og Tinghúsinum í Klaksvík, skrivar Vinnuhúsið.

Bæði Tórhavnar kommuna og IRF arbeiða við ætlanini við at gera eina endurnýtslumiðstøð ella skiljihøll, har alt avlopstilfar frá byggiætlanum kann verða skilt og goymt til onnur at fáa gagn av. Enn er tó ikki komið á mál við hesum ætlanunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder