Mentan

Dupult fløga við Miðnáttarsangbólkinum

Bólkurin, sum var væl dámdur í sjeytiárunum, verður við á serligum tunnilstiltaki á Toftum leygardagin

Hesi myndaðu Miðnáttarsanghbólkin í sjeytiárunum: Ovast fv.: Jóannes S. Hansen, Leivur á Torkilsheyggi og Ólavur Tausen. Miðrað fv.: Anna á Torkilsheyggi, Karin Lamhauge, Elin á Torkilsheyggi, Charles Jacobsen, sáli, og Eydna Torkilshoy. Niðast fv.: Hallgrím Miðberg, Sæunn Hansen,
Annika Gunrim og Símun Pætur á, Torkilsheyggi

Hesi myndaðu Miðnáttarsanghbólkin í sjeytiárunum: Ovast fv.: Jóannes S. Hansen, Leivur á Torkilsheyggi og Ólavur Tausen. Miðrað fv.: Anna á Torkilsheyggi, Karin Lamhauge, Elin á Torkilsheyggi, Charles Jacobsen, sáli, og Eydna Torkilshoy. Niðast fv.: Hallgrím Miðberg, Sæunn Hansen, Annika Gunrim og Símun Pætur á, Torkilsheyggi

2020-12-17 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú undan jólum er dupultfløga komin í handlarnar við gomlum kendum sangum og tónleiki. Talan er um tann, frá sjeytiárunum, legendariska og væl kenda og populera sangbólkin í Eysturoynni – Miðnáttarsangbólkurin.

Tað var í 1973, at Miðnáttarsangbólkurinhoyrdist á fyrsta sinni á almennum støði. Hetta var í samband við miðnáttarsamkomurnar, sum hvørt vikuskifti vóru í Berøa í Saltangará, har ungdómur úr allari oynni savnaðist at hoyra Guds orð og lívsglaðan sang saman við einum góðum drekkamunni.

Tað var ikki bert møtiungdómur, ið møtti upp til hesar miðnáttarsamkomur, men ungdómurin, sum kom úr dansi- og discohølunum í oynni vitjaði dúgliga - og teimum dámdu væl eisini at hoyra andaliga sangin.

Tað var undir hesum umstøðum, at Miðnáttarsangbólkurin fekk luft undir veingirnar og gjørdist kendur fyrst í Eysturoynni, men tað var skjótt, at boð vóru eftir honum um alt landi, og sjeytiárini var tíggjuáraskeiðið, har Miðnáttarsangbólkurinfylti nógv í tónleikalandslagnum í Føroyum.

Fyri mongum árum síðani, ávíkavist 1973 og 1977, komu tvey kassettubond í handlarnar við bólkinum. Men tey seinastu árini hava vit ikki hoyrt og sæð nógv til sangbólkin, og mong ár eru eisini liðin síðani seinastu tónleikaútgávuna – men nú reisist í gamla tónleikasavninum!

Tað er felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim, sum hevur tikið stig til at savna gomlu upptøkurnar við Miðnáttarsangbólkinum. Hann hevur fingið gott fólk afturat sær, sum bæði hevur hegnið og nýggjastu útgerðina til at klæða gamlan tónleik í nýggjar búnar.

Country and Western
Dupultfløgan inniheldur ikki færri enn 32 innspælingar, har flestu eru country and western sangir, sum eru týddir m.a. av Flóvini Tyril, Hallgrím Miðberg og Jóannes S. Hansen. Fløgan kemur í dag.

Í fløguhúsanum er ein kápumynd av upprunabólkinum, og eisini er eitt heftið við nógvum forvitnisligum søguligum myndum og teksti, sum sigur frá søguni hjá Miðnáttarsangbólkinum. Tað er Flóvin Tyril, sum hevur skrivað tekstin. Jóannes S. Hansen hevur tikið myndirnar, og Pól Andrias Larsen hevur sniðgivið fløguhúsan.

Tað er lív í Miðnáttarsangbólkinum enn, tí leygardagin frá kl.14 til 20, verður drive-in tunnilstiltak á havnaøkinum á Toftum, har m.o. Miðnáttarsangbólkurin fer at syngja.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder