Mentan

Dupultkonsert í Spaniastovu

Leygarkvøldið fara Páll Brim og Fróði Bjarnason at framføra í Spaniastovu

2020-11-05 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 7. november verður dupultkonsert  í Spaniastovu við Páll Brim og Fróða Bjarnason.

Páll fer at spæla løg frá sínu nýggju EP 'Starting Over' umframt nøkur løg hjá sínum fyrimyndum. Við sær hevur hann Brynjar Olsen á el-guitar, og sjálvur syngur Páll og spælur ukulele.

Fróði fer at spæla stakløg, hann hevur útgivið síðani hann í 2016 kom fram við staklagnum Something New.

Fróði verður at hoyra í akkustiskum hami, so tey stóru og umfevnandi løgini vera latin úr sínum hami, og framførd so nakin, sum tey vóru skapt.

Um Páll Brim

Páll Brim er ein singer/songwriter úr Klaksvík. Hann skrivar egin løg og tesktir. Áður hevur hann sungið og spælt ukulele og, verið sangskrivari í Danny & The Veetos. Hann hevur somuleiðis spælt við bretska bólkinum Lunacci.

Um Froða Bjarnason

Froði Bjarnason er sangskrivari. Í 2016 gav hann út fyrsta staklagið Something New. Tvey ár seinni vann hann við bólki tónleikakappingini Stella Polaris/Sement. Síðani hevur bólkurin útgivið tvey stakløg, ávíkavist "Where My Home Is" og "Scandinavia". Í summar var Fróði aftur í upptøkuhøli við tilfari til eina fløgu, ið verður at hoyra í næstum.

Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar í Leikalund frá kl 21.30. Koronatilmælini verða fylgd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder