Innanlands

Durita sett sum mentanar- og ungdómsleiðari í Vestmanna kommunu

28-ára gamla havnarkvinnan er í gongd við eina masterútbúgving innan verkætlanarleiðslu og hevur royndir við við samskipan og verkætlanararbeiði

Durita Fagradal Augustinussen

Durita Fagradal Augustinussen

2019-12-04 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vestmanna kommuna boðar frá, at Durita Fagradal Augustinussen er sett í starvið sum mentanar- og ungdómsleiðari. 

Durita er 28 ár og býr í Tórshavn. Hon hevur lokið eina bachelor í smátjóðir og altjóðagerðum frá Fróðskaparsetri Føroya og tekur nú eina MSc. í verkætlanarleiðslu frá Arden University í Coventry, Onglandi.

Nýggi mentanar- og ungdómsleiðarin hjá Vestmanna kommunu hevur arbeitt við samskipan og verkætlanararbeiði - seinasta árið hjá Tórshavnar Býarsavni, har hon hevur samskipað sýningina hjá Birgari Johannesen og sniðgivið og forrita heimasíðuna.

Durita hevur eisini royndir sum ungdómsvenjari hjá Havnar Róðrarfelag og Neistanum. Hon byrjar í starvinum í Vestmanna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder