Innanlands

Durita Tausen heldur fram sum forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Anna Kristina Joensen er nýggj í nevndini. 356 tilburðir av krabbameini vórðu staðfestir í Føroyum í 2020, men korona hevði ikki eina neiliga ávirkan á hesum økinum verður staðfest í ársfrágreiðingini

Mynd: Krabbameinsfelagið

Mynd: Krabbameinsfelagið

2021-05-18 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á aðalfundinum hjá Krabbameinsfelagnum stóðu tveir nevndarlimir fyri valið. Durita Tausen, forkvinna, tók við afturvali, og hon heldur fram í sessinum. Sonja Nielsen valdi ikki at stilla upp aftur.

Nýggj í nevndini er Anna Kristina Joensen, sum avloysir Sonju

Nevndin hevur skipa seg á hendan hátt:

Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður og kassameistari
Jóhan Poulsen, nevndarlimur
Olga Kristina Hansen, nevndarlimur
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.

14 færri tilburðir

Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á ársfundinum, varð millum annað víst á, at 356 tilburðir av krabbameini vórðu staðfestir í Føroyum í 2020. Hetta eru væl fleiri enn í so at siga øllum teimum seinastu tíggju árunum, men 14 færri enn í 2019 tá talið var methøgt.

Talan er tó ikki um eina endurspegling av gongdini í fleiri av londum rundanum um okkum, har koronufarsóttin ávirkaði, hvussu nógvir krabbameinstilburðir hava verið staðfestir - í eitt nú Stóra Bretlandi, USA, Hollandi, Svøríki,
Norðurírlandi og Danmark er krabbamein í nógvum førum eisini staðfest seinni í sjúkugongdini orsakað av koronustøðuni, og hetta hevur sjálvandi gjørt støðuna verri - talan er um "undirdiagnostisering"
 
Tíbetur síggja vit ikki hesa gongdina í Føroyum. Hetta vísir Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d. lesandi, á í grein, sum hann hevur skrivað fyri Krabbameinsfelagið.

- Títtleikin av krabbameini er tann sami ella eitt sindur hægri í mánaðunum, meðan korona hevur herjað, borið saman við sama tíðarskeið tey seinastu fýra árini. Í mars og apríl mánaði vóru tølini nakað hægri enn undanfarin ár. Tað síggjast smá sveiggj, men hetta er væntandi við so smáum tølum.

Sí ársfrágreiðing her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder