Dymbildagavikan byrjar við regni

Men tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin og tekur regnið við sær. Veðurstovan metir um veðrið til páskar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-30 16:42 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Næsta vika er dymbildagavikan (í ár er hon 14. vikan í árinum) – á donskum nevnd stillavika. Veðrið í byrjanini av vikuni verður tó ikki so stilt. Eitt brúgvalag við regni fer at koma beint ímóti Føroyum og raka okkum av útsynningi mánadagin.

Eitt lágtrýst yvir Norðuratlantshav gongur ímóti Føroyum, og við tí kemur regn og vindur. Tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin, og tað tekur regnið við sær.

[object Object]

Lágtrýstið og brúgvaløgini við Føroyar mánadagin seinnapartin og mánakvøldið, 3. apríl. Skipanin fer víðari eystureftir týsnáttina. ECMWF 29032023 00z, regn og lufttrýst við havflatan.

Hóast forsagnirnar siga, at vit eftir tað fara at hava eitt tíðarskeið, har sum tey máttmiklu og djúpu lágtrýstini ikki fara at koma nær Føroyum, so fara vit allíkavæl at hava løtur við regni ella ælaveðri í døgunum fram til skírisdag.

Tað lýggja veðrið heldur tó fram. Hitalagið fer at liggja millum 5 og 9 stig um dagin. Onkra løtu við sól kunnu vit eisini vænta, tó at loftið fyri ein stóran part fer at vera samdrigið.

Langafríggjadag fer eitt hátrýst at stinga seg norðureftir og leggja seg yvir Føroyar. Tá verður veðrið støðugt og stilt, og vit kunnu rokna við sól bæði fríggjadagin og leygardagin.

Páskadag og 2. páskadag kann veðrið fara at verða nakað heilt annað.

Eitt stórt lágtrýstøki yvir Norðuratlantshav fer at ganga í landnyrðing ímóti Íslandi og fer at troka hátrýstið yvir Føroyar í landnyrðing og burtur frá Føroyum.

Tá fara Føroyar at liggja á markinum millum há- og lágtrýstini, og tað ber í løtuni ikki til at siga, hvørt av hesum fer at vinna á hinum. Kemur lágtrýstið nærri, fara vit at fáa vind og regn, men er hátrýstið nóg sterkt at halda lágtrýstinum vekk, fáa vit gott og friðarligt veður á páskum.

Gevið gætur, at forsagnirnar hava verið skiftandi í seinastuni – og tað er ikki so óvanligt um várið – sum nógv kann enn broytast til ta tíð.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder