– Ofta verður sagt, at okkurt tónleikatiltak verður eitt satt brak, men á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai, er hetta ein sannroynd, tí eingin mætari mr Dynamit himself, Niclas Heri Jákupsson verður at hoyra og síggja, saman við superbólki sínum, á stóra pallinum í miðbýnum.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.
– ØLL kenna løgini hjá Dynamit og teirra legendarisku framsførslur. Tey, ið eru eitt sindur upp í árunum, minnast mangar góðar løtur í gamla TB-húsinum, har Niclas Heri og Dynamit framførdu, men í ár sleppa vit so aftur at hoyra alt tað góða frá Niclas Hera og bólkinum.
Dynamit er kendur fyri løg sum m.a. "Grøv nr. 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Til allar kvinnur" og "Á, lat meg vera".
Bólkurin er samansettur av:
- Niclas Heri Jákupsson - Sang
- Magni Husgaard - Tangentar
- Jóhan Ziskason - Guitar
- John Johansen - Bass
- Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald