Mentan

Dynamit Perlur á Summar Festival

Niclas Heri og hansara menn fara at framføra Dynamit hitt á Vágsbø í summar

Mynd: Summar Festivalurin

Mynd: Summar Festivalurin

2019-03-12 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í summar verður aftur møguleiki at uppliva sangir sum "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera," og "Til allar kvinnur" á Vágsbø.

Niclas Heri Jákupsson, ið hevur skrivað nógv av stóru hittunum hjá Dynamit, verður á odda fyri bólkinum, sum verður nevndur Dynamit Perlur. Í bólkinum spæla eisini Henning Nicodemussen, John Johansen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard.

Dynamit hevur givið áhoyrarunum á Summar Festivalium nakrar av bestu løtunum á festivalinum gjøgnum árini, og nú fara Dynamit Perlur at rokka og rulla teir kendu Dynamit sangirnar á Vágsbø, skrivar Summar Festivalurin í tíðindaskrivi.

Ársins Summar Festivalur verður hildin frá 8. til 10. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder