2019-11-01 14:48
- Arbeitt hevur verið við ætlanini um at dýpa á fjørðinum seinastu mánaðirnar og eru tað fleiri loyvir, sum skulu fáast uppá pláss frá landsmyndugleikum, áðrenn farast kann undir dýping. Og nú bar so til at fáa gongd á arbeiði at dýpa
Hetta sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vinnu- og havnanevndini hjá Vágs kommunu.
Dýpingin av fjørðinum er millum raðfestu økini á fíggjarætlanini fyri 2019 og er avtala gjørd við Sandgrevstur um arbeiðið, sum væntandi fer at taka umleið 3 vikur. Tað er skipið Sandfrakt, sum ger arbeiði.
- Vágs Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald