
Tað kann skjótt gerast dýrt at koyra nakað yvir hámarksferðina, tá hon bara er 30 km/t.
Hetta mugu tríggir bilførarar í Vestmanna ásanna eftir at løgreglan gjáramorgunin gjørdi ferðslumátingar á Fjalsvegi.
Fjalsvegur bindur Ovara veg og ovara part av Miðalsbrekku saman. Gott og langt strekki at koyra eftir, men hámarksferðin er bara 30 km/t.
Ein bilførari varð máldur til at koyra 55 km/t, og tað gevur treytaða frádøming. Umframt tað fær bilførarin eisini 5.500 krónur í bót.
Tveir aðrir bilførarar vórðu eisini tiknir á sama strekki. Teir koyrdu ávikavist 48 og 50 km/t. Tað gevur klipp og eina bót sum liggur um 4500 krónur.
Í gjárkvøldið vórðu ferðmátingar eisini gjørdar á strekkinum millum rundkoyringina í Norðragøtu og Kambsdal. Tveir bilførar fingu treytaða frádøming tí teir koyrdu 126 km/t og 123 km/t. Ein annar fekk klipp fyri at koyra 105 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald