Føroyska filmsverkætlanin ”TROM”, sum gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson hevur tikið stig til hevur nú fingið ein góðan pall at selja seg sjálva. ”Trom” verður ein av bert 10 sendirøðum, sum í februar mánaði verða lagdar fram á stóru týsku filmsstevnuni, Berlinale.
Trom er nevniliga ikki bert ein filmsætlan. Tað er ein ætlan um eina føroyska krimisjónvarpsrøð. Í fyrsta umfari er ætlan at framleiða 8 partar á umleið 45-55 minuttir. Men fleiri ”sesongir” eru eisini við í ætlanunum, um tær eydnast.
Á Berlinaluni verður føroyska luttøkan partur av altjóða samframleiðsluátakinum CoPro Series, sum setur sjóneykuna á spennandi nýggjar røðir, har ”TROM” er ein av teimum fáu útvaldu, ið verða lagdar fram fyri útlendskum íleggjarum.
Byrjar við einum grindadrápi
”TROM” verður ein sendirøð innan krimisjangruna, sum tekur útgangsstøði í grindadrápi.
Stutta lýsingin ljóðar soleiðis: "Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóðugum grindadrápi, vágar miðlamaðurin Hannis Martinsson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggjasamfelagið, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð."
Torfinnur Jákupsson er skaparin og filmshøvundurin handan sendirøðina, sum tekur íblástur úr bókum Jógvan Isaksens um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. Fyrsta sesong fevnir um átta partar á 45-55 minuttir, og fevnir sendirøðin um fleiri sesongir.
Framleiðari verður felagið KYK Myndir við Jón Hammer á odda. Jón Hammer hevur fleiri ára royndir í danska filmsfelagnum Zentropa.
Framleiðsluavtala er eisini fingin í lag við danska felagið REinvent Studios við Rikke Ennis og Helene Aurø á odda, ið hava fleiri ára leiðararoyndir á sølufelagnum TrustNordisk og søludeild DRs. REinvent stendur í hesum sambandi fyri sølu og fígging úti í heimi.
Eftir ætlan fer framleiðslan av sendirøðini – tað vil siga upptøkurnar – í gonga í 2020. Avtala er longu fingin í lag um, at sendirøðin skal sýnast í Kringvarpi Føroya.
Finna altjóða íleggjarar
Jón Hammer greiðir frá, at endamálið við framløguni í Berlin er at finna altjóða íleggjarar til verkætlanina. So at siga allar sjónvarpsrásir í Evropa eru við á hesi stevnuni, og eisini stroymingartænastur, so sum Netflix. Stóra týska sendirøðin Babylon Berlin, sum nýliga hevur verið víst á DR er dømi um slíka sendirøð, sum varð løgd fram á Berlinaluni.
Í fjør vórðu nakrar royndarupptøkur til “TROM” gjørdar, og hesar verða sýndar fram fyri møguligum keyparum í Berlin saman við ljóðmynd við føroyskari náttúru og grindadrápi fyri at vísa huglagið, sum verður í sendirøðini.
Ein slík verkætlan hevur langan tíðarhorisont, og tað er orsøkin til, at sjálvar upptøkurnar ikki kunnu byrja fyrr enn í 2020. Tað ræður um at finna íleggjararnar áðrenn farast kann ígongd.
- Men um einstakur íleggjari, t.d. Netflix kann leggja allar neyðugu pengarnar beinanvegin, so kann farast ígongd fyrr, sigur Jón Hammer.
Føroysk krimirøð á føroyskum
Ætlandi gongur tað umleið eitt ár frá tí at upptøkurnar byrja, til fyrstu partarnir av sendingini eru klárir at vísa.
Øll sendingin verður føroysk og á føroyskum. Sostatt verða allir leikararnir eisini føroyskir, burtursæð frá onkrum einstøkum útlendskum leiklutum. Jón Hammer upplýsir, at onkrir av høvuðsleikarunum eru funnir.
Enn er støða ikki tikin til, hvør skal standa fyri leikstjórnini, men ætlanin er at finna leikstjóra við altjóða royndum. Enn er støða ikki tikin til, um ein ella fleiri leikstjórar skulu nýtast, sigur Jón Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald