Innanlands

Dýrt at kanna frísk fólk: Løgtingið játtar 12 milliónir afturat til koronukanningar

Samgonguflokkarnir vilja hava at vegleiðing verður gjørd um, nær neyðugt er at lata seg kanna fyri koronu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-26 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið samtykti í gjár at játta 12 milliónir krónur afturat til koronukanningar. Sostatt kemur verða tað fyri fíggjarárið 2021 tilsamans játtaðar næstan 45 milliónir krónur til koronukanningar hjá Landssjúkrahúsinum at standa fyri.

Umframt tað, er peningur játtaður til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til koronukanningar.

Teir fýra samgongulimirnir í Fíggjarnevndini gera í álitinum vart við, at tað er av stórum týdningi at kanningarvirksemið verður avmarkað til til einans neyðugar kanningar. Teir vilja hava Kaj leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at gera vegleiðing um kanningarnar.

- Til tess at forða fyri, at óneyðugar kanningar verða gjørdar í sjúkrahúsverkinum og fyri at avmarka útreiðslur landskassans í hesum sambandi, verður heitt á landsstýrismannin í heilsumálum at skipa soleiðis fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørt um, nær tað er neyðugt at lata seg kanna, gera teir fýra vart við í broytingaruppskotinum til triðju viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder