Ovasti danski heilsumyndugleikin, Syndhedsstyrelsen, herðir nú sítt tilmæli til sokallaðu e-sigarettirnar, skrivar blaðið Politiken.
- Ongin eigur at roykja e-sigarettir. Tí frámæla vit nú greitt øllum børnum, ungum, barnakonum og bróstakonum at roykja e-sigarettir. Tað er samlaða vitanin um skaðiligu ávirkanina, ið er orsøkin, sigur Niels Sandø, stjóri á danska heilsuráðnum, við blaðið.
Eisini tey, sum brúka hetta slagið av sigarettum eiga at gevast við vananum.
- Vit kenna ikki langtíðarárinini av hesari royking enn, men ongin ivi er um, at e-sigarettir eru heilsuskaðiligar. Framtíðin fer at vísa okkum, hvussu skaðiligar tær eru, sigur Niels Sandø.
Higartil hevur Sundhedsstyrelsen ikki viðmælt e-sigarettum, men nú verður metingin herd, so børn, ung, barnakonur og bróstakonur beinleiðis verða frárádd at guva e-sigarettir.
Tubbaksídnaðurin er samdur í, at hesir brúkarabólkar ikki eiga at njóta e-sigarettir. Men ídnaðurin harmast eisini um, at stýrið eisini ræður roykjarum frá teimum, tí elektroniska útgávan er eitt minni skaðiligt alternativ fyri vanliga sigarett.
- E-sigarettir eru ikki ein heilsugóð vøra – tað heilsubesta valið er altíð at lata vera við at njóta nikotin og tubbak yvirhøvur, sigur Tine Marie Andersen, stjóri hjá tubbaksframleiðarunum við Politiken.
- E-sigarettir eru ikki góðar fyri heilsuna, men eru kortini ein munandi minni heilsuskaðilig vøra enn vanligar sigarettir, leggur hon afturat.
Sambært Sundhedsstyrelsen vísa kanningar, hvussu serliga heilin hjá børnum og ungum ávirkast av turvelvandi nikotininum, sum er í e-sigarettum. Nikotinið ávirkar eisini fostur og er orsøk til bæði vøggudeyða og til at børn verða ov tíðliga fødd, skrivar Politiken.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald