Innanlands

Earth Hour á Tvøroyri leygarkvøldið

Ljósini verða sløkt í býnum frá klokkan 20.30 til klokkan 21.30, og heitt verður á borgararnar í býnum um at gera tað sama

2021-03-24 17:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinasta leygardagin í mars, er tað vorðið siðvenja kring allan heimin, at sløkkja ljósini í ein tíma. Tá fer heimsumfatandi fyribrigdið “Earth-hour” av bakkastokki enn einaferð.

Átakið byrjaði í Sydney, í Avstralia, í 2007. Hugskotið aftanfyri, var at fáa heimsins íbúgvar at hugsa um umhvørvið og at sløkkja øll elektrisk ljós, ið ikki eru alneyðug, í ein tíma. Tað er heimsfelagsskapurin fyri náttúru, WWF, ið stendur fyri tiltakinum. Í dag eru sambært upplýsingunum á síðuni https://www.earthhour.org/ yvir 180 lond og milliónir av menniskjum, ið hava tikið Earth Hour til sín.

Sum nakað nýtt í ár, so fer felagsskapurin, júst tann 27. mars, at almannakunngera eitt nýtt sjónbandabrot, á teimum sosialu miðlunum. Heitt verður á fólk um at deila sjónbandabrotið, so hetta kann gerast tað mest sædda í heiminum, henda dagin. 

Tvøroyrar kommuna hevur fleiri ferðir áður markerað dagin, og gera vit tað eisini í ár. Tí verða ljósini sløkt í býnum, frá kl. 20:30 til kl. 21:30 og heitt verður á borgararnar í býnum, um at gera tað sama og at nýta høvið til at hugsavna seg um umhvørvið og náttúruna, ið vit øll vara av.

Samstundis skal eisini ein áheitan fara út til allar borgarar, um at vísa varsemi, um farið verður út hetta tíðarbilið, ið myrkt er.

[object Object]
(Mynd: Leivur Nygaard)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder