Innanlands

Earth Hour: Færri sløktu ljósið í ár

Fólk vóru ikki líka røsk at sløkkja ljósini leygardagin sum í 2020, tá elnýtslan minkaði við tað, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum miðalhúsarhaldi, men tó var orkan hendan tíman 84 prosent burðardygg, sigur SEV

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-28 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Earth Hour, ella tími jarðarinnar, í ár var leygarkvøldið 26. mars frá klokkan 20.30 til 21.30.

Endamálið við hesum afturvendandi átaki, sum verður hildið um størsta partin av heiminum, er at varpa ljós á umhvørvið – ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur, og m.a. at minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.

Í Føroyum varð skipað fyri tiltøkum kring landið, og sløkkja kommunurnar m.a. gøtuljósini hendan tíman.

Á SEV fylgja tey við, um og hvussu elnýtslan minkar hesa løtuna, og í ár minkaði elnýtslan við 2,86 MW.

Tað var meira enn í 2019, men tó nakað minni enn í fjør og væl minni enn í 2020. Fyri tveimum árum síðani minkaði  lastin hjá SEV hesa løtuna við 4,78 MW, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum miðal húsarhaldi.

Elframleiðslan í tíma jarðarinnar kom niður á 40,55 MW, og av teimum vóru 84 prosent burðardygg orka, harav ávikavist 47 prosent vatnorka og 35 prosent vindorka, sløk tvey prosent biogass, meðan oljan stóð fyri 16 prosentum, skrivar SEV.

[object Object]Soleiðis sá elframleiðslan út frá klokkan 20.30 til 21.30 leygarkvøldið (Mynd: SEV)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder