Innanlands

Earth Hour, gongutúrur og aftankvirra á Tvøroyri

Fyrri áttandu ferð tekur Tvøroyrar kommuna lut í Earth Hour. Ljósini verða sløkt klokkan 20.30 leygarkvøldið 23. mars. Ymiskt tiltøk eru í tí sambandi

Heitt verður á borgarar og fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta eitt stearinljós í vindeygað fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga

Heitt verður á borgarar og fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta eitt stearinljós í vindeygað fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga

2024-03-20 08:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðan 2017 hevur Tvøroyrar kommuna tikið lut í Earth Hour. Heimsumfatandi fyribrigdið hevur sín uppruna í avstralska stórbýnum Sydney í 2007, har WWF skipaði fyri einum “sløkk-ljósið” tiltaki, fyri at økja um tilvitið um veðurlagsbroytingarnar jørðin er fyri. Tiltakið er vaksið í vavi seinastu mongu árini og nú teljast luttakararnir í fleiri enn 190 londum.

Tvøroyrar kommuna sløkkir eisini ljósini leygarkvøldið 23. mars frá klokkan 20:30 til klokkan 21:30, og fólk hava sostatt høvi til at uppliva býin í fullkomnum myrkri.

Gongutúrur við frásøgufólki
Skipað verður fyri gongutúri, ið byrjar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn. Chris Jan Michelsen er frásøgumaður á túrinum, ið gongur niðan gjøgnum Valin, framvið húsunum hjá Bakkasiggu, har Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnisavn tendrar stearinljós, gjøgnum hugnaligu Sjúkrahúsplantasjuna og niðan á Hválin, har útsýnið er einastandandi gott yvir býin. Túrurin byrjar kl. 19:45.

Til úrin heim aftur í myrkrinum, er tað eitt gott hugskot at hava eina lítla lummalykt við.

Aftankvirra í Tvøroyrar kirkju
Í tíðarbilinum har Earth Hour er, frá klokkan 20:30 21:30, er aftankvirra eisini í vøkru kirkju okkara, Tvøroyrar Kirkju.

Her eru fólk vælkomin at njóta eina friðsæla løtu og, er tørvur á tí, so er Annika Magnussen Gaard, prestur, eisini tøk til eitt prát.

Heitt verður annars á borgarar og fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta eitt stearinljós í vindeygað fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder