
Í gjárkvøldið var Tíma jarðarinnar – Earth Hour – aftur á skránni. Tað er tímin, tá familjur og fyritøkur m.a. sløkja ljós og onnur eltól, og kommunur sløkja gøtuljós.
Í gjár millum klokkan 20.30 og 21.30 fall elframleiðslan hjá SEV 3,5 MW. Hetta er dupult so nógv sum fyrrárið, men minni enn í fjør, skrivar elfelagið í tíðindaskrivi.
Hjá teimum, sum høvdu ljósið og eltól tendrað hendan tíman, var elorkan góð 82 prosent burðardygg. Harav ávikavist 50,4 prosent vóru vatnorka, 32,3 prosent vindorka, meðan seinastu 17,3 prosentini vórðu framleidd við olju.
Í 2019 fall elframleiðslan við 1,65 MW, og í 2020 fall framleiðslan við 4,78 MW.
Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.
Tiltakið byrjaði í Sydney í 2007, og síðan tá er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk, skrivar SEV.
Í dag verður Earth Hour nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild.
Í Føroyum luttóku tær flestu av landsins kommunum í Earth Hour.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald