Í mars mánað er afturvendandi tiltakið Earth Hour á skránni. Í ár verður tað leygardagin 23. mars frá klokkan 20.30 til 21.30, at ljósini verða sløkt, og tá ber til at koma ein túr í myrkrinum út á Tinganes.
Tórshavnar kommuna skipar nevniliga fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes í sambandi við Earth Hour.
– Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars. Í ár verður skipað fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes við frásøgn um óhugnaligar hendingar í økinum. Byrjað verður á Doktaragrund úti á Reyni kl. 20.30. Túrarnir eru óhóskandi fyri børn yngri 12 ár, skrivar Visit Tórshavn.
– Spákandi við oljulampu í hond verður gingið út í Tinganes, har greitt verður frá søguni í økinum. Eisini verður sagt frá ræðusøgum um fólk, sum ganga aftur. Eitt nú fara vit at hoyra um bláu konuna og frøken Kjærgaard í sethúsinum.
Frásøgufólk á túrinum eru Terji Beder og Brandar Heðinsson.
– Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.
– Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.
Tórshavnar kommuna sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.
Túrarnir út í Tinganes eru ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, sum fer fram á visittorshavnshop.fo. Tá túrarnir eru lidnir seta skótar tálgarljós við Havnar kirkju og hava kakao og bakstur við til luttakararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald