
Leygardagin 25. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30 verður Earth Hour. Endamálið við Earth Hour er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga frá á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.
Átakið hevur verið árliga afturvendandi, síðan tað byrjaði í 2007.
Tórshavnar kommuna hevur síðan 2009 sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars og soleiðis verður aftur í ár. Kommunan sløkkir stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman.
Í samband við Earth Hour í ár verður skipað fyri einum tiltakið í Vesturkirkjuni og einum gongutúri niðan á Oyggjarvegin, sum gongufelagið í Tórshavn leiðir.
Í Vesturkirkjuni hugleiðir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og livandi tónleikur verður. Á Oyggjarvegnum verður eygleitt, meðan ljósini verða sløkt. Á Oyggjarvegnum vera eisini hugleiðingar og livandi tónleikur á skránni, og skótar bjóða kakao og bakstur. Heitt verður á at hava egnan kopp við.
Tiltakið í Vesturkirkjuni og túrurin niðan á Oyggjarvegin eru ókeypis. Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við Visit Tórshavn.
Til ber at fylgja við á Earth Hour Tórshavn Facebooksíðuni


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald