Mentan

Eddie van Halen deyður

Guittarúrmælingurin doyði av krabba – hann gjørdist 65 ár

Eddie van Halen (Mynd: Visualhunt

Eddie van Halen (Mynd: Visualhunt

2020-10-06 21:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rokkgittaristurin Eddie van Halen er deyður, 65 ára gamal.

Hesum boðaði sonur Eddie, Wolfgang van Halen, frá í einum boðum á Twitter í dag:

 

Edward Lodewijk van Halen var føddur í Amsterdam í Hollandi í 1955, men flutti til Kalifornia saman við familjini í 1962.

Pápin var tónleikari, og Eddie og stóribeiggin Alex lærdu eisini skjótt at spæla ljóðføri. Teir báðir stovnaðu rokkbólkin Van Halen í 1974 saman við sangaranum David Lee Roth og bassleikaranum Michael Antony.

Eddie á gittara og Alex á trummum vóru úrmælingar hvør á sínum øki. Tað prógvar eitt nú størsta hittið hjá Van Halen, Jump, har brøðurnir vísa síni kynstur á høgum støði.

Eddie van Halen hevur í longri tíð verið meint raktur av krabbameini.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder