Mentan

Edith Mørkøre í ListGraFo í Finsen

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag hevur listakvinnan Edith Mørkøre framsýning

2024-07-28 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag sýnir listakvinnan Edith Mørkøre fram málninga- og prentlist í hølunum hjá ListGraFo í Finsen.

ListGraFo er í tøttum samstarvi við onnur listgrafisk verkstøð í Norðurlondum. Í tí sambandi hevur Edith Mørkøre í juni 2024 arbeitt sum skiftislistafólk á Fyns Grafiske Værksted og eru fleiri av verkunum á framsýningini gjørd í hesum tíðarskeiðnum.

Framsýningin er opin soleiðis:
Ólavsøkuaftan 28. juli frá kl 16.00 til kl 19.00
Ólavsøkudag 29. juli frá kl 16.00 til kl 19.00


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder