
Hendan mánaðin sýnir Edith Mørkøre fram í Ribarhúsi í Fuglafirði
Verkini, ið verða sýnd fram eru ymisk og umfata Skurðprent av staðsetingum í Føroyum, prent við íblástri úr Føroysku náttúruni, og monotypiir har arbeitt hevur verði við vøkstri og tilfari úr Føroysku náttúruni.
Talan er um eina søluframsýning har keyparirnir hava møguleika at fáa verkini við sær í hondina beinanvegin.
Framsýningin er opin mánadagar, týsdagar, mikudagar og fríggjadagar frá klokkan 15 til 17.30, hósdagar frá klokkan 11.30 til 17.30, og leygardagar frá klokkan 11 til 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald