Mentan

Edith Mørkøre í Smiðjuni

– Framsýningin hevur heildarheitið “Skiftir”. Íblásturin stavar frá skiftum í mínum egna lívi, skiftum, sum fólk rundan um meg uppliva, skiftum í náttúruni og skiftum úti í heimi, sigur listakvinnan – Fernisering verður í dag kl. 16

2025-12-05 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, fríggjadagin 5. desember klokkan 16 letur framsýningin “Skiftir” við Edith Mørkøre upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin fevnir um málningalist og grafikk.

Edith sigur soleiðis um framsýningina:

– Eg finni íblástur til mítt listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í fólkinum, sum her býr, í vøkstrinum, í fuglalívinum, í strukturunum í náttúruni, í skiftandi veðurlagnum og í gerandisdegnum.

– Framsýningin hevur heildarheitið “Skiftir”. Íblásturin stavar frá skiftum í mínum egna lívi, skiftum, sum fólk rundan um meg uppliva, skiftum í náttúruni og skiftum úti í heimi, sigur hon.

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina sum sítt høvuðsstarv.

Hon hevur við jøvnum millumbili listaframsýningar her heima og uttanlands.
Eitt nú er Edith í løtuni við á stóru føroysku grafikkframsýningin hjá ListGraFo í Grafiska Sällskapet í Stockholm. Fleiri spennandi framsýningar vera uttanlands komandi árið. Edith er limur í Fyns Grafiske Værksted, ListGraFo og er í nevndini fyri ListGraFo.

Soleiðis er opið frá 5. til 9. desember
Fríggjadag kl 16.00 til kl 19.00 - Fernisering
Leygardag kl 12.00 til kl 17.00
Sunnudag kl 14.00 til kl 17.00
Mánadag kl 12.00 til kl 17.00
Týsdag kl 12.00 til kl 17.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder