Hesa vikuna sýnir Edith Mørkøre fram list í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin lat upp fríggjadagin, og hongur uppi í dag og í morgin afturat.
Framsýningin fevnir um størri og smærri akrylmálningar, linoliumsprent og aðra tøkni, sum Edith hevur arbeitt við seinastu tíðina.
Íblásturin til fleiri av verkunum á framsýningini stavar frá tankum um dimensjónir av lívsløgum, lívsrúmum og lívshylkjum í og rundan um okkum menniskju, bæði í tí dagliga og í tí stóra alfevnda rúminum.
Edith lýsir sjálv arbeiðstilgongdina og tað hon hevur avrikað til framsýningina soleiðis:
”Tað er ein samanbinding millum tað ”harða, ráa og grova” í mun til tað ”viðbrekna, netta og fína” har eg á løriftið ella á pappírið royni at fanga ”TAД- sum eg ikki eri tilvitað um sjálv, men sum onkursvegna gevur meining…”
Edith Mørkøre
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald