Fríggjadagin letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini eru bæði málningalist og grafikklist.
Listakvinnan hevur givið framsýningini heitið ”Endurskoðan”. Sjálv sigur Edith soleiðis:
- Koronatíðin hevur givið mær tíð at endurskoða dagligdagin, støðuna rundan um meg, síggja tað sum fór – tað sum er – og tað, sum væntandi kemur, við nýggjum eygum. Eg havi givið framsýningini heitið ”Endurskoðan”, tí eg føli, at tað onkursvegna bindir verkini á framsýningini saman.
Stutt um listakvinnuna: Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbilum havt listaframsýningar her heima og uttanlands. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað. Edith málar í egnum atelieri Inni á Gøtu í Hoyvík, har hon eisini sýnir fram sína list og heldur skeið og skapandi listarligar verkstovur hjá Litbrigdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald