Mentan

Edith og Allan í Spaniastovu

Spæla egin løg á konsertini í Klaksvík fríggjakvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-13 19:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Konsert við Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen verður í Spaniastovu í annaðkvøld, fríggjakvøldið.

Edith og Allan spæla egin løg, sum eru skrivað við íblástri úr náttúruni eins og frá fólki og hendingum kring tey. Stílurin er tvíraddaður, fangandi poppur, ið ber brá av singer/songwriter sjangruni.

Edith Dahl Jakobsen hevur framført nógv alment hetta síðsta árið, og hevur hon eisini útgivið stakløgini ”Let The Ship Come In” og ”Remedy”.

Herfyri var hon tilnevnd sum "Ársins sangari 2018" til FMA.

Allan Tausen gav í 2013 út sína fyrstu fløgu, ”Unknown”. Hon fekk góð ummælið og var nógv at hoyra í útvarpsrásunum. Helst kenna tey flestu Allan frá bólkinum Marius. Til FMA 2018 vunnu teir heiðurslønina "Ársins útgáva" fyri plátuna ”Portur”.

Allan hevur eisini framført saman við Eivør, Lindu Andrews og fleiri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder