Í desember 2024 søkti Vágs Kommuna eftir einum sonenvdum mennara. Talan er um eitt nýtt starv í kommuni.
Í starvslýsingini stóð millum annað, at mennarin skal skapa nørandi karmar fyri vinnulívið í Vága kommunu og tryggja, at kommunalar tænastur eru viðkomandi. Nýggja starvsfólkið skal eisini verða ein týðandi viðspælari á ferðavinnuøkinu
Nú er greitt, at talan er um Edith Samuelsen. Vágs Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at hon er sett í starvið, sum samanlagt átta fólk søktu.
Edith Maria Samuelsen er nýútbúgvin. Hon hevur lokið prógv í marknaðarførslubúskapi í jústa farna mánaða - januar 2025.
Edith er eisini handilslærd og hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Vági, har hon hevur staðið fyri handilsmiðstøðini Torgið.
Mennarin byrjaði í starvinum mánadagin 3. februar, upplýsir Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald