Mentan

Edmund frá Chase við á nýggjum donskum staklagi

Fríggjadagin tann 7. juni gevur DUOPOL út staklagið “BLIND VEJ”. Við í DUOPOL er eisini runavíkingurin Edmund Jacobsen, sum tey flestu munnu kenna frá bólkum sum Chase, 2SOME og NorðKraft

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-03 11:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Hesum hevði eg ikki roknað við fyri bara fáum mánaðum síðani, sigur Edmund Jacobsen.

Tað hann við hesum sipar til er, at hann nú gevur út eitt pop-staklag saman við donsku unnustuni Stine Tobiesen.

Eitt vikuskiftið við ársbyrjan sat Edmund og spældi sær við nøkrum hugskotum til eitt lag. Stine stóð og málaði - og lurtaði. Hvussu er og ikki, so hevði hon eitt hugskot til ein danskan tekst, sum riggaði so væl, at tey bæði avgjørdu at innspæla lagið.

- Vit eru bæði tvey kreativ - eg við tónleiki og hon við myndalist. Og vit lurta bæði eftir eftir tónleiki so at siga alla tíðina. Eg lurti fyri tað mesta eftir hørðum rokki, meðan hon lurtar nógv eftir dance og elektroniskum tónleiki. Men eg hevði ongantíð roknað við, at vit fóru at gera tónleik saman. Eg kann ikki siga annað enn, at tað hevur verið sera stuttligt, sigur Edmund.

“Blind Vej” kemur út fríggjadagin tann 7. juni.

Tað er Stine sum syngur á útgávuni, og tað er fyrstu ferð, at hon hevur innsungið eitt lag í studio. Edmund hevur gjørt lagið, spælir øll ljóðføri, og hevur eisini miksað og mastrað lagið.

- Sjálvur haldi eg, at “Bind Vej” er stak væleydnað. So hetta verður ikki seinastu ferð, at eg og Stine gera tónleik saman, leggur Edmund afturat.

- Vit hava longu fleiri nýggj hugskot til løg. So hetta verður eitt stuttligt summar, sigur Edmund.

“Blind Vej” við DUOPOL kann frá 7. juni stroymast á so at siga øllum tænastum, men longu nú ber til at síggja video til lagið á YouTube.

Album við NorðKraft ávegis
Umframt DUOPOL hevur Edmund beint nú úr at gera við NorðKraft, sum higartil hevur verið eitt samstarv millum hann og Mikkjal Hvannastein. Teir báðir hava higartil givið út trý løg; “Gloym Meg”, “Lap Dance Boogie” og “Betur Enn Ongin”

- Vit hava so skítfult av løgum liggjandi, so vit avgjørdu fyrr í ár at innspæla eini 10 løg. So beint nú innspæli eg trummir og bass saman við rokktónleikarum úr Esbjerg. Um alt gongur eftir ætlan, so geva vit eitt NorðKraft album út í byrjanini av 2025. Men har koma væntandi eini tvey ella trý stakløg út áðrenn, sigur Edmund Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder