Uttanlands

Edmund Joensen: Ongin semja um sendistovu í Jerusalem

- Tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata sendistovu upp í Ísrael, og slett ikki í Jerusalem

Edmund Joensen (Savnsmynd)

Edmund Joensen (Savnsmynd)

2019-11-16 12:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata eina sendistovu upp í Ísrael. Og slett ikki í Jerusalem. Tí gjørdist eg ikki sørt skakkur av viðmerkingunum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

- Tað gagnar ikki Føroyum búskaparliga, politisk ella diplomatisk at opna eina sendistovu í Jerusalem. Tvørturímóti kunnu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana elva til bæði eina politiska og diplomatiska kreppu. Harafturat er tað kostnaðarmikið og kann seta trygdina hjá okkum í vanda.

Viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða ikki bert altjóða umdømið hjá Føroyum, men skaðar eisini sambandið millum Føroyar og Danmark. Tað setur kílar í Ríkisfelagsskapin, heldur Edmund Joensen.

Fólkatingsmaðurin vísir á, at stórur politiskur meiriluti er í Føroyum fyri, at Føroyar skulu fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir. Men hetta krevur, at Føroyar fáa ein virðiligan og ábyrgdarfullan uttanríkispolitikk, sigur hann.

Um Føroyar skulu lata sendistovu upp í Ísrael, so eiga Føroyar sjálvandi at fylgja tí evropeisku leiðini og staðseta hana í Tel Aviv, sum danski forsætisráðharrin eisini hevur víst á, sigur Edmund Joensen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder