Innanlands

Edmund takkaði fyri seg – Sjúrður minti á jólaaftan á hermótinum 1914

Endaorðaskifti var á fólkatingi í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-24 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið var endaorðaskifti á fólkatingi, og sum vant, so sluppu norðuratlantisku fólkatingslimirnir fram at talarastólinum, tá liðið var væl út á kvøldið.

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum nýtti høvið til at takka fyri seg, í sambandi við, at hann kunngjørdi, at hann ikki fór at stilla upp aftur til komandi fólkatingsval, sum verður um eitt ár í seinasta lagið.

Men sambært Edmundi sjálvum, so er tað nógv meira sannlíkt, at tað kanska longu verður í heyst.

Sjúrður Skaale er eftir hondini gitin fyri at at brúka hetta høvið til at skemta eitt sindur av røðarapallinum, og lætta um lagið hjá fólkatingslimunum aftan á ein langan dag á tingi.

Men hesaferð var tað ongin, ið flenti, og tað boðaði Sjúrður eisini frá beinanvegin í røðuni.

Tí røða hansarar snúði seg um kríggj og krígsins ræðuleikar. Sjúrður fortaldi søguna um jólaaftan undir fyrra verðaldarbardaga, tá byrsurnar og kanónirnar tagnaðu og hermenninir fóru at syngja jólasangir og reisast upp úr skotgrøvunum og ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól.

Røðurnar hjá teimum báðum kunnu lesast og hoyrast á lesarin.fo:

Edmund Joensen

Sjúrður Skaale



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder