rløta í vøggustovuni Stella Maris, í samband við at Edna Strøm Günther og Marjun Nielsen hava verið 45 ár í starvi.
Heðin Mortensen handaði teimum heiðurstekin frá Tórshavnar Kommunu og fortjenstmedalje frá hennara hátign Margrethu Drotning og helt síðani eina røðu, har komið varð inn á nógvar av góðu eginleikunum hjá Ednu og Marjuni.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at nógv fólk var komið saman í Stella Maris, og at nógv var gjørt burturúr við køkum og kaffi og tónleiki, umframt handanini og røðuni. Ólavur á Váli Olsen framførdi nøkur løg, saman við systur síni Jonu Olsen, og mammuni Charlottu á Váli Olsen.
Til ber at síggja fleiri myndir og alla røðuna á torshavn.fo
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/21/890x590/1634830621atid52hd73.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/21/890x590/1634830624funfydoglm.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/21/890x590/1634830627vmz2vnvsfm.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald